Tilbúgvingarætlan.
1. Endamál og allýsing
Skúlin á Giljanesi er staðsettur „á Giljanesi 2“ í Sandavági.
Umframt næmingarnar, eru í bygninginum vaskifólk, skrivari, lærarar, heilsufrøðingur, stuðlar, leiðsla, umsjónarmenn, starvsfólk hjá Gigni og tónleikalærarar.
Heilsufrøðingur, tónleikalærarar og starvsfólk hjá Gigni eru ikki altíð til arbeiðis í skúlanum
Nevnast skal, at eindin á Giljanesi er í tveimum. Tað førir við sær, at onnur eindin verður nýtt sum savningarstað, um hin skal evakuerast.
Trygdarumboð
Tvey trygdarumboð eru fyri skúlan á Giljanesi. Ein fyri leiðsluna og ein fyri starvsfólkini. Trygdarumboðini verða vald eina ferð um árið á fyrsta námsfrøðiliga fundinum í skúlaárinum. Uppgávan hjá trygdarumboðunum er at ansa um vandar hjá starvsfólki í gerandisdegnum, bæði kropsligar og sálarligar vandar.
Um trygdarumboðini leggja merki til vandar á arbeiðsplássinum, skal ein frágreiðing skrivast um vandan. Metast skal eisini, um tað hevur skund at loysa vandan. Frágreiðingin verður skrivað á serligt skjal, sum er til endamálið
Til hetta verða litkodur brúktar:
- Reytt fyri átrokandi vanda
- Gult fyri vanda, ið má loysast í nærmastu framtíð
- Grønt fyri vanda, ið ikki er átrokandi at loysa
Skjølini verða løgd í trygdarmappuna, sum liggur á skrivstovuni hjá skrivara skúlans.
Trygdarumboðini verða lønt av undirvísingarstýrinum við tímataksti fyri arbeiði og fundir.
Høvuðsumsjónarmaðurin er trygdarleiðari og leiðari í trygdarbólkinum.
2. At rýma úr bygninginum (evakuering)
Tá ið neyðugt er at fáa øll úr bygninginum, skal hetta gerast so róligt og skilagott sum gjørligt.
Uppgáva lærarans:
- At fortelja børnunum hvør rýmingarleið skal brúkast.
- At syrgja fyri, at øll børn koma út.
- At leggja til merkis, um nakað barn ikki er til staðar (er á wc, til serundirvísing o.s.fr.)
- At hjálpa til at savna og telja sín flokk á savningarstaðnum, og tekur av sær samskifti við leiðsluna.
Uppgáva serlærarans ella musikkskúlalærarans (um hesir eru til staðar):
- At fortelja børnum sínum, hvør rýmingarleið skal veljast.
- At boða lærara barnsins frá, at barnið er komið úr bygninginum.
- At vera leiðsluni til hjálpar.
Uppgávur hjá umsjónini:
- At veita tøkniliga hjálp til innsatsleiðara og leiðslu
- At samskipa ferðslu á skúlaøkinum til løgreglan tekur yvir
- At fáa innsatsleiðarinum lyklar til skúlan
- At veita bjargingarfólki tekningar av bygningi
Uppgáva skrivarans:
- At fáa navnalistar og trygdarætlanir til vega (liggja í „Skrellirúminum“ á Giljanesi.)
- Skrivarin skal dagføra navnalistar hvørjaferð brandvenjing hevur verið.
- At samskipa kunning úteftir og samband við foreldur.
Um eldur er í, hann er lítil og ikki hevur breitt seg, skulu starvsfólk royna at sløkkja hann við sløkkiútgerð á skúlanum.
Í nýggjasta bygninginum eru rýmingarleiðirnar hurðarnar út á neyðtrappuna fram við bygninginum.
Í ítróttarhøllini og skúlastovunum har, er rýmingarleiðin út gjøgnum vindeyguni, um ikki slepst út á vanligan hátt. Í Ítróttarhøllini, fimleikarhøllini, træsmíðstovuni og jarnsmíðstovuni slepst beinleiðis út í tún. Hesar leiðir skulu nýtast til evakuering.
Starvsfólk skal ikki fara inn í bygningin aftur at leita eftir børnum. Hetta skal serfrøðin gera (Løgregla/brandlið).
Skúlaleiðsla á staðnum
- Syrgir fyri beinanvegin, um neyðugt, at fáa til vega toymi til sálarliga fyrstuhjálp. Hetta kann vera gjøgnum Vága Bjargingarfelag, Ansni ella aðrar privatar veitarar.
- Hevur yvirlit yvir evakueringina og tekur av sær samskifti við átaksleiðara ella løgreglu.
- Gevur boð til skúlans skrivara um at leggja loypandi kunning út á heimasíðu skúlans og á facebook-síðu skúlans.
- Skúlastjórin hevur ábyrgdina av samskifti við átaksleiðara og yvirskipað yvirlit yvir uppgávur og støðuna.
- Varðaskúlastjórin tekur sær av samskifti við foreldur og avheinting av børnum saman við skrivara skúlans.
Savningarstað
Tá ið norðari bygningurin (nýggi bygningurin) verður evakueraður er savningarstað í Ítróttarhøllini. Næmingarnir finna sín flokk. Skelti eru løgd út á gólvið, hvar teir ymisku flokkarnir skulu stilla seg. Flokslærarin hjálpir næmingum at stilla seg í “brandrað” á savningarstaðnum. Brandraðið er skipað eftir næmingalistanum.
Tá ið sunnari bygningurin (við ítróttarhøllina) verður evakueraður er savningarstað í reyðu trappuni í norðara bygningi. Næmingarnir stilla seg í brandrað frammanfyri trappuna.
Leiðslan kannar, við hjálp frá lærarum, um nakar er eftir í bygninginum. Um nakar manglar, boðar leiðslan átaksleiðaranum frá hesum. Hugsast skal, um nakað starvsfólk er í bygninginum, sum hevur serligar uppgávur (heilsufrøðingur, vaskifólk, tónleikalærarar o.s.fr.)
3. Tilbúgving í gerandisdegnum
Flokslærarar í øllum flokkum eiga javnan at venja næmingarnar at standa í brandraðnum. Næmingarnir skulu vita, hvør eigur at standa aftanfyri og frammanfyri teir.
Brandvenjing er eina ferð um árið. Hon er í august.
Allir lærarar skulu duga fyrstuhjálp og hava skeið í hesum. Javnan verður hesin kunnleikin dagførdur við stuttum uppfrískingarskeiði.
APV tjekklisti verður gjøgnumgingin av trygdarbólkinum tvær ferðir um árið.
Arbeiðsóhapp og arbeiðsvanlukkur
Um starvsfólk er rakt av arbeiðsóhappi ella vanlukku, skal leiðslan altíð hava eina frágreiðing, sum eisini verður send til arbeiðseftirlitið.
Í frágreiðingini skal standa hvat er hent, nær tað er hent, hvar tað er hent, og hvør var til staðar.
Útbúnaður
- Fyrstuhjálparkassi skal vera í starvsfólkarúminum. Hann skal altíð verða dagførdur.
- Hjartastartari hongur á vegginum uttan fyri skúlan á parkeringsplássinum.
- Eldsløkkjarar eru á øllum hæddum í bygninginum.
- Brandteppi er í starvsfólkarúminum, í alisfrøðistovuni og í skúlakøkinum.
- Tað skal verða møguligt at sløkkja ventilatiónina á øllum á felagsøkinum.
- Trygdarleiðarin hevur ábyrgd fyri, at øll hesi viðurskifti eru í lagi.
- Kort yvir rýmingarleiðir skal hanga innan fyri høvuðsinngongdina.
- Avtala er við Fønix um árliga dagføring av trygdarútgerð.
4. Tilbúgvingarætlan, serligar hendingar:
Vandamikil roykur/gass hóttir skúlan
- Tann fyrsti at varnast vandan ringir 112 og gevur øðrum á staðnum boð.
- Lærarar syrgja fyri at fáa øll børn inn, lata øll vindeygu aftur.
- Leiðsla skúlans fær boð.
- Leiðslan ringir til umsjónina fyri at fáa ventilatiónsanleggið sløkt.
- Leiðsla og møguligur átaksleiðari avgera eina rýmingarætlan fyri børn og starvsfólk.
Persónur við hóttandi atburði er á skúlanum
- Fyrsta starvsfólkið, ið møtir viðkomandi, roynir at fáa hann í einarúm ella burtur av skúlans øki.
- Onnur starvsfólk fáa børnini av vegnum, helst inn í skúlastovurnar.
- Ringt verður til 112 um neyðugt.
- Leiðsla skúlans fær boð.
- Um persónurin verður mettur at kunna skaða starvsfólk, skulu hesi halda seg burtur frá viðkomandi.
- Børn og starvsfólk skulu halda seg í skúlastovunum aftan læstar dyr, til vandin er av.
- Um persónurin ber vápn, skulu øll halda seg burtur.
Stór vanlukka er í nánd av skúlanum
Við stóra vanlukku meinast vanlukka, har børnini kunnu koma sær í vanda við at nærkast vanlukkustaðnum, ella kunnu uppliva nakað, ið kann geva teimum sálarligt mein.
- Starvsfólk, ið leggur merki til vanlukkuna, ringir 112 og boðar hinum starvsfólkunum frá
- Børnini verða hildin innandura, um eingin vandi er á ferð har.
- Leiðsla skúlans fær boð.
- Skúlastjórin fær fatur á sálarfrøðiligari hjálp til børn og starvsfólk um neyðugt.
- Skrivari skúlans og annar varastjórin taka sær av kunning og samskifti við foreldur.
- Skúlastjórin og hin varastjórin samskipa átakið á staðnum.
Fólk situr fast í elevatorinum
- Umsjónarfólk skúlans skal hava boð.
- Leiðsla skúlans setur seg í samband við heimið, um talan er um eitt barn.
- Persóninum verður boðið sálarliga fyrstuhjálp.
Næmingur ella starvsfólk kemur álvarsliga til skaða
- Lærarar halda óviðkomandi burtur.
- Tvey starvsfólk geva fyrstuhjálp
- Leiðslan samskiftir við alarmsentralin og sjúkrabil.
- Eitt starvsfólk verður sent út at taka ímóti sjúkrabili og vísa veg.
- Restin av starvsfólkahópinum tekur sær av hvør øðrum og børnunum.
- Leiðslan fær til vega sálarliga fyrstuhjálp til tey raktu
Næmingur fær álvarsligan skaða, tá ið rennidagur/ítróttardagur er
- Um tiltakið er burtur frá skúlanum, skal hjartastartari og fyrstuhjálpartaska takast við.
- Tvey starvsfólk geva fyrstuhjálp. Hini fáa børnini inn.
- Leiðslan samskiftir við alarmsentralin og sjúkrabil.
- Eitt starvsfólk verður sent út at taka ímóti sjúkrabili og vísa veg.
- Restin av starvsfólkahópinum tekur sær av hvør øðrum og børnunum.
- Leiðslan fær til vega sálarliga fyrstuhjálp til tey raktu
Tá óveður brestur á í skúlatíð
- Skúlaleiðslan metir um, hvørt tað er trygt at lata børn ganga ella koyra heim.
- Leiðslan skipar fyri flutningi av børnum í samstarv við bussin.
- Skrivari/leiðsla skriva kunning til foreldur á heimasíðuni.
- Um foreldur koma at avheinta børn, royna vit at fáa onnur børn heim við hesum.
Tá óveður førir til avlýsing av skúlagongd
- Skúlaleiðslan metir um, saman við bussførarum, um tað er forsvarligt at halda skúlagongd.
- Leiðslan sendir boð til starvsfólk á Teams og Facebook.
- Foreldur fáa kunning á Teams og Facebook. Møguliga eisini við lýsing í KVF.
- Um tað er trygt, fer onkur av leiðsluni ella starvsfólk inn á skúlan at taka ímóti næmingum, sum møguliga ikki hava fingið boðini um avlýsing.
5. Telefonlisti og navnalisti
Leiðsla skúlans
Ester Poulsen, skúlastjóri................................................................... 794425
Finnur Joen-Jacobsen, varastjóri........................................................794426
Beinta Enni, skrivari........................................................................... 794424
Ottar á Lofti, trygdarleiðari................................................................ 794421
Umsjónarmenn
Ottar á Lofti, høvuðsumsjónarmaður................................................ 794421
Jákup Aksel Haraldsen....................................................................... 794422
Sálarlig fyrstuhjálp
Vága Bjargingarfelag.......................................................................... 210237
Hans Jákup Jacobsen, VBF formaður................................................. 220463
Áki Joensen, VBF næstformaður........................................................ 296911
Ansni.................................................................................................. 606060
Jógvan Jensen.................................................................................... 235800
Eyðstein í Løðu................................................................................... 213146
Læknahjálp
Læknamiðstøðin................................................................................ 332413
Skúlabussur, Niels...............................................................................219799
Brandmeistari í Vága kommunu........................................................ 548624
Trygdarumboð
Ingi Wiberg, trygdarumboð................................................................ 257601
Finnur Joen-Jacobsen, trygdarumboð leiðsla.................................... 794425
Navna- og telefonlist og eintak av trygdarætlanum liggja í ”Skrellirúminum” í Skúlanum á Giljanesi. Rúmið er beint yvirav høvuðsinngondini í nýggjara bygninginum (norðara)