Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um skúlan /
Skúlavegleiðingin

Skúlavegleiðingin.

Lestrarvegleiðing og starvsvenjing

Skúlavegleiðingin skal ráðgeva og leiðbeina næmingar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra og skipa arbeiðið í tráð við læruætlanir og ásetingar.

Ráðgevingin og leiðbeiningin fyri næmingar í 6. til 10. árgangi um útbúgvingar- og starvsval verður skipað sum felags undirvísing, ráðgeving og leiðbeining fyri bólkar og sum einstaklingaráðgeving og leiðbeining.

Skúlavegleiðingin rágevur um:

  • Valgreina og breytatilboð skúlans
  • Møguleikar at lúka undirvísingarskylduna
  • Skipan, upptøkukrøv, møguleikar o.a. í útbúgvingarverkinum
  • Vinnu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti
  • Útbúgvingar- og virkisætlan fyri tann einstaka
  • Vegleiðing til næmingar við serligum tørvi
  • Vegleiðing í samband við, at næmingur fer úr skúlanum í ótíð.

Skúlavegleiðararar í skúlanum á Giljanesi eru Oddmar Ravnsfjall og Heidi Dam

Hent leinki: 

______________________________________________________________

Skreytblað

Næmingar fáa í góðari tíð skreytblað, har teir skulu velja sær 3 raðfest starvsøki.
 
Hetta lata teir aftur til starvsvenjingarleiðaran.
Hann setir seg í samband við starvsvenjingarstaðið  fyri  at vita, um møguleiki er at fáa pláss.

Roynt verður í mest møguligan mun at fylgja raðfestingini.

Onkuntíð kann tað vera lættari at fáa pláss, um ein kennir onkran á staðnum, ella sjálvur hevur leitað sær venjingarstað frammanundan at skreytblaðið verður latið inn aftur. Í so fall kunnar næmingurin starvsvenjingarleiðaran um, hvønn hann skal samskifta við.

Alt samskiftið annars er umvegis skúlan.

Undan starvsvenjingini setur næmingurin seg í samband við starvsstaðið fyri at vita, hvar, nær og  hvussu hann skal møta.

Eftir lokna starvsvenjing fáa næmingar og starvsvenjingarleiðari   ummæli.
 
Skúlaárið 2024/2025 er starvsvenjingin hetta tíðarskeið:
  • 9. fl. vika 36 - 37
  • 10. fl. vika 7 - 8 
________________________________________________________
 

Soljóðandi skriv verður sent til starvsplássið frammanundan:

Skúlin takkar fyri vælvild tykkara at taka ímóti næmingi/um úr 9 /10. flokki í starvsvenjing í tíðarskeiðnum--DD.

Flestu næmingarnir eru spentir og eitt sindur ótryggir, tá teir møta fyrsta morgunin, men ótryggleikin hvørvur, um næmingurin kennir seg vælkomnan og skjótt verður settur til arbeiðis.
 
Tað hevur stóran týdning, at næmingurin verður kunnaður um:
  • Útbúgvingar- og lønarviðurskifti
  • Hvat arbeiðið ber í sær
  • Hvørji krøv verða sett til arbeiðsfólkið
  • Lærlingaviðurskifti
Tykkum til upplýsingar verður sagt frá:
  1. Næmingarnir eru tryggjaðir
  2. Næmingarnir skulu arbeiða fulla arbeiðstíð
  3. Næmingarnir hava ikki rætt til løn (men ikki ber okkum til at forða fyri, at latin verður onkur samsýning)
  4. Tíðin verður roknað upp í skúlatíðina
Skúlin er eisini sera takksamur, um tit kunnu útfylla og senda skúlanum hjáløgdu talvu/ur beinanvegin, tá  starvstíðin er úti.