Búmerkið hjá felagnum
Heim / Skúlin /
Skúlastýrið

Skúlastýrið.

Um skúlastýrið

Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi, og skúlastýrið er mannað av tveimum kommunustýrisumboðum, trimum foreldraumboðum, skúlaleiðaranum og einum umboði fyri lærarar og onnur samstarvsfólk.

Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans og tekur avgerð um øll viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, ið ikki eru løgd undir kommunustýrið, smb. §§ 47 og 48, leiðara skúlans, smb. § 55, ella aðrar myndugleikar. Harafturat ásetur skúlastýrið meginreglurnar um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk. Skúlastýrið hevur ein stóran leiklut í at áseta meginreglur fyri skúlan, at vera bindilið millum foreldur og skúla, at vera samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans og at gera fyriskipanir fyri at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans. Harumframt at samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu- og hølisligu umstøðurnar í skúlanum. Skúlastýrið umboðar sostatt foreldur og onnur við tilknýti til skúlan. Foreldur kunnu venda sær til foreldraumboðini í skúlastýrinum við almennum spurningum og sjónarmiðum um virksemið og umhvørvið í skúlanum.

Reglur um skúlastýri eru ásettar í § 50-53 í Fólkaskúlalógini, har uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru formliga lýstar, og eisini hevur Mentamálaráðið eina lýsing av heimildum hjá skúlastýrunum og eitt rundskriv um skúlastýri her.

Forkvinna

Birna V. T. Fjallastein
Foreldraumboð
sag-skulastyrid@skulin.fo 
774002

Skrivari

Ester Poulsen
Skúlastjóri
ester.poulsen@skulin.fo
794425

Starvsfólkumboð

Eilin Jørgensen
ej1611h6@skulin.fo
223365

Foreldraumboð

Tanja Lið
t_lid@hotmail.com
275155

Foreldraumboð

Maria S. Samuelsen
maria.samuelsen@hotmail.com
279087

Umboð hjá Vága kommunu

Elisbet Jacobsen
elsibet@vaga.fo
253386

Umboð hjá Vága kommunu

Jónhard Selfoss
jonhards@vaga.fo
229873