Soleiðis gera vit.
Skúladagurin
|
1. tími |
08:00 - 08:45 |
| 2. tími | 08:45 - 09:30 |
| 3. tími | 09:50 - 10:35 |
| 4. tími | 10:35 - 11:20 |
| Matarsteðgur | 11:20 - 11:50 |
| 5. tími | 11:50 - 12:35 |
| 6. tími | 12:45 - 13:30 |
| 7. tími | 13:40 - 14:25 |
| 8. tími | 14:30 - 15:15 |
Morgunsangur
- Á Giljanesi er morgunsangur kl. 9:20
Skúlaamboð
Næmingarnir keypa sjálvir hefti at skriva, rokna o.a. í, og foreldrini hava ábyrgd av, at børnini hava neyðug skúlaamboð við sær í skúla.
Skúlin væntar, at næmingurin kemur fyrireikaður í skúla.
Heimaarbeiði verður í ein ávísan mun givið næmingunum. Skúlin nýtir heimasíðuna sum miðil millum skúla og heim.
Skúlabøkur
Allar skúlabøkur, sum næmingar læna frá skúlanum, verða bundnar inn heima.
Um bøkur av eini hvørji orsøk ikki verða latnar skúlanum aftur ella eru illa misrøktar, fær heimið rokning fyri burturmista / oyðilagda tilfarið.
Uppmøting, heimaarbeiði o. a
Tað er ábyrgd foreldranna, at børnini møta í skúlanum rættstundis, fyrireikað, fullsvøvnt og við góðum matpakka hvønn skúladag.
Fráverður
Skúlin væntar, at foreldur halda seg til nevndu frídagar og skipa frítíð næminganna sambært hesum.
Tað er óheppið fyri næmingar, lærarar og flokkar, at næmingar eru burturstaddir í skúlatíðini.
Flokslærarin skal eisini kunnast, so at næmingurin kann fáa eina ætlan fyri skúlating í fráverutíðarskeiðnum.
Ummælisbløð
verða givin 6. – 10. flokki í desembur og juni.
Skúlamyndir
Skúlamyndir verða tiknar í 1., 4., 7. og 9. flokki.
Telefonir
Tað er ikki loyvt at hava snildfonir og snild-ur við í skúla.
Um starvsfólk koma fram á telefonir ella snild-ur í skúlatíðini, letur næmingurin starvsfólkinum telefonina ella urið, sum verða løgd á skrivstovu skúlans. Lærarin kunnar foreldur ella avvarðandi um hetta. Telefon og ur kunnu fáast aftur við, at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovu skúlans eftir lutunum.
Skúlin endurrindar ikki og hevur ikki ábyrgdina av útgerð, ið verður skadd ella hvørvur.
Gloymd klæði/gloymdir lutir
Í skúlanum er hópur av gloymdum klæðum og lutum.
Klæðini hanga frammi, og lutirnir verða lagdir í eitt glasskáp í gongdini.
Í desembur og juli verða gloymd klæði og lutir, ið ikki hava funnið eigaran aftur, latin endurnýtsluhandli.