Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Orðblindni

Orðblindni.

 

Intowords

Hevur somu funtión sum CD-ord hevði. Skúlin hevur hald.  Sí leinkjuna her: Intowords

Nota

Nota er eitt ljóðbókasavn við ljóð- og e-bókum á nógvum ymiskum málum, tó fyrst og fremst á donskum og enskum. Onkur føroysk ljóðbók er eisini at finna her. Fyri at kunna nýta hesa síðuna, má mann vera limur í NOTA, og tað kann mann gerast umvegis skúlan, um mann er eitt nú orðblindur ella blindur. Hetta er ókeypis. Sí leinkjuna her: NOTA

Snar

Her liggja nógvar bøkur (eisini talgildar) og filmir. Tú kanst velja Fólkaskúli í erva og síðan tær einstaku lærugreinirnar til vinstru. Sí leinkjuna her: snar.fo

I-bøkur

Lærubøkurnar eru talgildar og veljast kann at fáa tær lisnar upp. Ritað verður inn við Office 365 brúkaranum, sum allir næmingar skúlans hava fingið. Sí leinkjuna her: I-bøkur. 

Et liv som ordblind

Heimasíða við persónligum søgum hjá fólki, sum liva við orðblindni. Her er eisini eitt yvirlit yvir hjálpimiðlar o.a. Sí leinkjuna her: Et liv som ordblind

Skúlalív sum orðblindur

Ein lítil filmur um, hvussu skúlalívið kann følast hjá einum næmingi, sum ikki veit av, at hann stríðist við orðblindni. Sí leinkjuna her: Skúlalív sum orðblindur