Skrivligar próvtøkur hjá 9.flokki.
18. mai byrja skrivligu próvtøkurnar hjá 9.flokki.
Próvtøkurnar eru alla vikuna.
Próvtøkurnar eru í stovu 28 (Stovan hjá 9.flokki). Næmingar, ið eru til roynd eftir serligum treytum, eru í stovu 29, Náttúru/tøkni og bólkarúminum á gongini.
Næmingarnir skulu møta 15 minuttir áðrenn próvtøkan byrjar. Um næmingurin er sjúkur, ella á annan hátt er forðaður at møta, skal boðast frá til skrivstovuna. Møguliga verður læknaváttan kravd.
At hava við til roynd í støddfrøði: Lummaroknara, blíant, svartan penn, lineal, vinkulmátara, passara, viskileður.
At hava við til hinar royndirnar: Oyralurt
- Telefonir skulu latast inn á gongini, tá ið royndin byrjar. Næmingarnir fáa IKKI telefonina, tá ið pausa er millum royndirnar. Wifi skal sløkkjast á telefonunum.
- Til framsetingina og greiðslurokning sleppa næmingar bara at pakka síni ting klokkan 11:00, 12:00, 13:00 og tá ið próvtøkan er liðug. Um tey fara avstað ímillum hesar tíðir, mugu tey lata tingini liggja og fara inn aftur eftir teimum, tá ið próvtøkan er liðug.
- Til allar hinar próvtøkurnar sleppa næmingarnir ikki út, fyrr enn próvtøkan er liðug.
