Frá mánadegnum 16. mars brúka vit kervipluss.
Frá mánadegnum skulu foreldur og næmingar rita inn á kervipluss, fyri at síggja heimaarbeiði og tímatalvu.
Undirvísingarstýrið hevur í nøkur ár arbeitt við at menna eina nýggja umsitingarskipan til skúlaverkið. Nú er skipanin so mikið klár, at vit kunnu bjóða foreldrum og næmingum at rita inn. Skipanin er ikki liðug, men verður ment víðari.
Tá ið tit rita inn, fáa tit atgongd til hesar skipanir:
- Heimaarbeiði/vikuætlan
- Tímatalva
Samstundis sum kervipluss verður tikið í nýtslu, gevast vit at brúka gomlu skipanina við floksheimasíðum
Í byrjanini brúka tit skúlainnritanina hjá barni tykkara. Tað er sami brúkari og loyniorð, sum næmingarnir brúka á telduni í skúlanum. Seinni fara tit at fáa eina foreldrainnritan, tá ið hesin parturin er mentur.
Um tit leggja til merkis onkran feil í skipanini, høvdu vit verið fegin at fingið boð um hetta á sag@skulin.fo
Eisni um tit ikki vita innritan hjá barninum.
Tit fara á kervipluss.fo fyri at rita inn (leinkja er eisini á heimasíðu skúlans)