Várroynd 9. fl..
Várroyndir hjá 9. fl. verða í komandi viku.
Næmingarnir møta í floksstovuni kl. 08.00 og royndirnar byrja kl. 08.15.
Tey skulu hava øll vanlig amboð við, ið hoyra til lærugreinina.
Reglugerð í royndarhølinum
Næmingurin skal møta 15 minuttir, áðrenn royndin byrjar.
Telefonin skal latast inn tá møtt verður. Næmingurin fær telefonina aftur, tá royndin er liðug. Næmingurin fær ikki telefonina í steðginum millum royndirnar
Hevur næmingurin ein spurning ella vil á wc, skal hondin rættast upp og bíðað, til vaktin kemur.
Føroyskt, danskt og enskt:
Royndinar eru talgildar.
Næmingurin hevur smátalarar/oyrnatelefon við.
Næmingurin kann brúka teldutøkar orðabøkur á www.sprotin.fo og aðrar hjálpimiðlar.
Støddfrøði:
8. og 9. fl. eru til fimis- og greiðslurokning.
Fimisrokning:
Fimisrokningin er talgild, men næmingurin ger útrokningar á pappírskladdu.
Her verður dentur lagdur á høvuðrokning. Roknimaskina er ikki loyvd, men annars eru vanligir hjálpimiðlar loyvdir, t.d. gamlar uppgávur og Støddfrøði handbókin.
Greiðslurokning:
Í greiðslurokningin verður skrivað á pappír.
Útrokningar verða gjørdar á kladdupappír og síðan skrivaðar inn við bláum penni á innskrivingar/royndarpappír frá skúlanum.
Til royndina skal næmingurin hava øll rokniamboð við og bláan penn til innskriving.
Vit mæla næmingunum til at møta úthvíld til roynd og at hava góðan matpakka við.