Matarskipan í Vága kommunu - spurnakanning.
Eftir at býráðið í Vága kommunu 30. september samtykti ein kostpolitikk fyri børn og ung, er kommunan nú farin undir næsta stig: at kanna, hvussu politikkurin kann setast í verk á dagstovnum, í skúlanum og í frítíðartilboðum.
Vága kommuna er í samstarvi við Joan Sørensen, bachelorlesandi í Føðslu og Heilsu og stovnara av GAIA – ein felagskapur, ið arbeiðir fyri burðardyggum matarskipanum í Føroyum. Hon rekur eisini verkætlanina Tann Grøna Matveitingin, sum hevur til endamáls at fremja burðardygga menning í føroyska samfelagnum.
Í samband við sína bachelorverkætlan fer Joan at gera eina heildarætlan fyri eina møguliga matarskipan í Vága kommunu.
Vága kommuna hevur longu ein kostpolitikk fyri børn og ung, sum leggur dent á planturíkan og fjølbroyttan kost, minni kjøt, meira fisk og bjølgfruktir, fullkorn, minni søtt og minni matoyðsl.
Við hesum spurnablaði ynskja vit at hoyra tykkara sjónarmið, so ein møgulig skipan kann byggja á bæði kostpolitikkin og tørvin hjá børnum og foreldrum.
Um tit hava fleiri børn á stovni, frítíðarskúla og skúla, so skal spurnarblaðið bara svarast einaferð, og ikki fyri hvørt barni sær.
Vitandi um at matarskipan er í Miðgarði, so ynskja vit at foreldur at børnum í Miðgarði svara eins og ongin matarskipan er.
Kostpolitikkurin kann lesast inni á heimasíðuni hjá Vága kommunu.
Vinarliga svarið kanningini HER