Búmerkið hjá felagnum
09. feb. 2026

Føstulávintshald 2026.

Mánadagin eftir vetrarfrítíðina hava vit føstulávintshald á skúlanum.

Vit byrja klokkan 8:00 í heimastovunum. Tá fara næmingarnir at hugna sær saman við flokslærar sínum.

Klokkan 9:00 fara vit upp á gólv. 

Klokkan 10:00 er tunnusláttur. dagurin endar klokkan 11:30. 

Skúlin letur gávu til kattakongar í hvørjum árgangi.

Grýlurnar við størst hugflogi í innskúling, miðdeild og hádeild fáa eisini eina gávu.