TÍTT! - Tiltøk í tøkum tíma.
TÍTT er ein stytting fyri ”Tiltøk í tøkum tíma” og er eitt gott amboð, sum fakfólk kunnu brúka til at varnast, um eitt barn trívist ella ikki...........
Click here for English version
Góðu foreldur!
Hvat er TÍTT?
TÍTT er ein stytting fyri ”Tiltøk í tøkum tíma” og er eitt gott amboð, sum fakfólk kunnu brúka til at
varnast, um eitt barn trívist ella ikki. Mett verður um trivnaðin hjá hvørjum einstakum barni í minsta
lagi tvær ferðir um árið við at nýta eitt sokallað trivnaðarskjal, og støða verður tikin til møguligar
avbjóðingar. Endamálið er at varnast møguligar avbjóðingar skjótast gjørligt, og at hóskandi tiltøk
kunnu setast í verk fyri at tryggja menningina hjá barninum saman við øðrum børnum og
vaksnum. Arbeiðsgongdin í TÍTT tryggjar, at øll børn verða sædd.
Í arbeiðsgongdini er dentur lagdur á at síggja styrkir og møguleikar hjá barninum, heldur enn at
leita eftir tí, sum vantar. Soleiðis tryggja vit, at møgulig tiltøk serliga taka støði í sterku síðunum hjá
barninum. Við hesum styrkist og mennist barnið í felagsskapinum.
Foreldrasamstarv
Samstarv við foreldrini er ein fortreyt fyri at skilja møgulig tekin um, at barnið ikki trívist nóg væl, og
tá fyriskipanir skulu setast í verk. Foreldrini eru týdningarmesti samstarvsparturin, bæði tá vit skulu
skilja atburðin hjá barninum í samanspælinum við familju, á stovni, í skúla ella aðrastaðni, og tá vit
skulu finna gongdar leiðir frameftir.
Trivnaðarskjalið, ið nýtt verður sum amboð, er tí eisini gjørt við tí fyri eyga at styrkja um førleikarnar
hjá starvsfólkum at samstarva og samskifta við foreldrini.
Nær verður byrjað?
Øll starvsfólk eru skúlað í hesum tilfarinum gjøgnum verkætlanini Saman um barnið. Og nú fara
allir stovnar í Vágum undir miðvíst at brúka TÍTT. Summir stovnar hava gjørt tað í eina tíð, men nú
vera allir stovnar við.
Hvat er ”Saman um barnið”?
Saman um barnið er ein verkætlan millum Sørvágs kommunu, Vága kommunu, Nám, Sernám,
Undirvísingarstýrið og allar stovnar í Vágum, sum hava ábyrgd av børnum og ungum. Talan er um
dagstovnar, skúlar, frítíðarskúlar og ungdómshús. Til samans røkka vit á leið 880 børnum og 220
starvsfólkum.
Vit øll í verkætlanini hava sett okkum fyri, at tað skal vera betri at vera barn í Vágum. Vit vita, at alt
vit býr ikki í einum høvdi, og tí ganga vit øll saman um hetta felags mál. Trivnaður hjá børnum er
felags ábyrgd – og eitt gott barnalív skapa vit í felag. Vit hava eina felags barnafatan tvørtur um allar
stovnar í verkætlanini, og vit fara at brúka felags amboð sum Samstarvssamrøðu og TÍTT.
Tað er okkara vón, at vit við felags barnafatan og felags amboðum fara at røkka endamálinum í
verkætlanini Saman um barnið, at tað skal vera betri at vera barn í Vágum.