30. jan. 2026
Fornámskafé fyri 9. floksnæmingar í Vágum.
Góðu foreldur og næmingar í 9. fl. í Vágum
Mikukvøldið 18. februar kl. 19.00 verður felags kunningarkvøld fyri næmingar og foreldur í reyðu trappu í skúlanum á Giljanesi.
Umboð fyri hesar stovnar og skúlar fara at greiða frá:
Glasir
Miðnám í Vestmanna
Sjónám
Skúlin við Áir
Tekniski skúli í Klakvík
Vinnuháskúlin
Yrkisdepilin
Øll eru vælkomin at seta spurningar.
Skúlin bjóðar drekkamunn.
Vinaliga
Lestrarvegleiðarar í skúlanum á Giljanesi og sørvágs Skúla