Felags foreldrafundur fyri øll foreldur.
Skúlastýrið bjóðar øllum foreldrum til árliga felags foreldrafundin 6. novembur
Skúlastýrið kallar inn til felags foreldafund hósdagin 6. nov. kl. 19. Á fundinum verður m.a. ársfrágreiðing løgd fram, og nýggju telefon atferðarreglurnar verða umrøddar við umboðum frá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum. Aftaná verður møguleiki fyri at seta spurningar. Vit verða við reyðu trappurnar.
Atferðarreglur í samband við fartelefonnýtslu
Nógvir næmingar eiga og hava fartelefon og snild-ur við í skúla. Hesi amboð kunnu órógva og ávirka undirvísingina, atburðin hjá næmingunum og felagsskapin í flokkinum. Serliga snildfonir kunnu hava eina neiliga ávirkan á hugsavnan, samveru, felagsskap og rørslu í skúladegnum og harumframt er happing eisini í ein ávísan mun knýtt at hesum tólum við møguleikum fyri at senda særandi boð og myndir.
Tann 14. oktober 2024 varð við broytingum í kunngerð nr. 103, §1, stk. 2, álagt øllum skúlastýrum kring landið at dagføra atferðareglur skúlans, við serligum atliti at viðurskiftum um fartelefonnýtslu og virðiligum samskifti. Broytingarnar í kunngerðini fevna um, at skúlastýrið skal leggja áherðslu á at tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum.
Skúlastýrið hevur tí, saman við lærarum og leiðslu, eitt ynski um, at Skúlin á Giljanesi er ein telefonfríur skúli og skúlastýrið hevur í hesum sambandi dagført atferðarreglur skúlans:
Meginreglan er, at Skúlin á Giljanesi er telefonfríur.
Atferðarreglurnar koma í gildi frá mánadegnum 03/11-2025 og eru galdandi fyri allar flokkar.
Fartelefonin er uttan iva ein trygd hjá foreldrunum, so at báðir partar kunnu seta seg í samband við hvønn annan eftir skúlatíð. Næmingarnir kunnu tí hava eina knappatelefon uttan myndatól ella eitt ringi-ur við í skúla, treytað av at hesi liggja sløkt í skúlataskuni allan skúladagin. Hevur næmingurin tørv á at ringja ella foreldur tørv á at fáa fatur á barninum í skúlatíðini, kunnu tey venda sær til læraran ella skrivstovuna.
Snildfonir og snild-ur eru ikki loyvd at hava við. Snildfonir og snild-ur eru ikki undirvísingaramboð og eru tí ikki neyðug hjá næmingum at hava við í skúla. Undantøk kunnu verða givin í sambandi við undirvísingarátøk, har lærarin metir, at snildfonin er eitt nýtiligt amboð og í sambandi við støður hjá næmingum, ið hava ávísar avbjóðingar. Hesi undantøk verða givin í samráð við flokslæraran.
Um starvsfólk koma fram á telefonir ella snild-ur í skúlatíðini, letur næmingurin starvsfólkinum telefonina ella urið, sum verða løgd á skrivstovu skúlans. Lærarin kunnar foreldur ella avvarðandi um hetta. Telefon og ur kunnu fáast aftur við, at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovu skúlans eftir lutunum.