Búmerkið hjá felagnum
21. okt. 2025

Í morgin savna vit inn til krabbameinsfelagið.

Í morgin, Mikudagin 22. oktobur verður vaflusøla í Skúlanum á Giljanesi. Næmingar kunnu keypa vafluring fyri kr. 20,-. Peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.

Køksbreytin bakar vaflur, tónleikabreytin spælir tónleik, og dramabreytin ger stuttfilm, ið verður sendur Krabbameinsfelagnum.
1. fl. kann keypa vaflur kl. 10.45.
2. – 9.fl. kunnu keypa vaflur eftir matarsteðgin kl. 11.30.

Um foreldur, ommur ella abbar vilja stuðla við eini upphædd, eru tit vælkomin til tað.
Peningurin skal í ein konvolutt, ið næmingurin letur flokslæraranum.
Flokslærarin skal hava boð um hetta áðrenn.