Búmerkið hjá felagnum
06. okt. 2025

Innsamlingin til krabbameinsfelagið flutt.

Vegna serligar umstøður flyta vit tiltakið til 22. oktobur

Innsavningin til krabbameinsfelagið er flutt til 22. oktobur

 

Her er teksturin, sum upprunaliga var skrivaður um dagin:

Mikudagin 8. oktobur verður vaflusøla í Skúlanum á Giljanesi.
Næmingar kunnu keypa vafluring fyri kr. 20,-.
Peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.

Køksbreytin bakar vaflur, tónleikabreytin spælir tónleik, og dramabreytin ger stuttfilm, ið verður sendur Krabbameinsfelagnum.
1. fl. kann keypa vaflur kl. 10.45.
2. – 9.fl. kunnu keypa vaflur eftir matarsteðgin kl. 11.30.

Um foreldur, ommur ella abbar vilja stuðla við eini upphædd, eru tit vælkomin til tað.
Peningurin skal í ein konvolutt, ið næmingurin letur flokslæraranum.
Flokslærarin skal hava boð um hetta áðrenn.