Búmerkið hjá felagnum
29. sep. 2025

Næmingaráðini hava skipað seg.

Á fundi fríggjadagin skipaðu næmingaráðini seg.

Sambært nýggjari kunngerð um næmingaráð, skulu vit nú hava trý næmingaráð. Eitt fyri hvørja deild. 

Næmingaráðini vóru á fundi fríggjadagin og skipaðu seg við forfólki og næstforfólki

 

Næmingaráð í innskúling:

Forkvinna: Eva Akselsen úr 3.b
Næstforkvinna: Louisa Johannesen úr 1.a

Næmingaráð í miðdeild:

Forkvinna: Sára Simonsen úr 6.a
Næstforkvinna: Jónvá Jógvansdóttir úr 6.b

Næmingaráð í hádeild: 
Forkvinna: Ronja Djónadóttir úr 8.b
Næstforkvinna: Emma S. Petersen úr 7.a

 

Á fyrsta fundinum skipaðu næmingaráðini seg. Eisini viðgjørdu tey hoyringsuppskot í samband við uppskot frá skúlastýrinum um nýggjan telefonpolitikk. 

 

Finnur Joen-Jacobsen er vegleiðari hjá næmingaráðunum.