Myndatøka á rennidegnum.
Skúlin hevur lovað felagnum Føroysk Ross at taka felagsmynd av okkara næmingum og føroyska rossinum.
Felagið Føroysk ross arbeiðir við at varðveita serføroyska rossaslagið og at gera fólk tilvitaði um hetta. Tí eru tey í fer við at taka myndir av rossinum í ymiskum samanhangi.
Í morgin, týsdagin 23. septembur, er ætlanin at taka felagsmynd av øllum okkara næmingum og føroyska rossinum. Fotografur kemur, sum fer at taka myndir við myndatóli og dronu. Vit vænta, at hetta fara at verða sera vakrar og forkunnugar myndir.
Myndirnar verða brúktar hjá felagnum Føroysk Ross at vísa alment.
Um tað eru foreldur, sum ikki ynskja teirra barn á hesum myndum, kunnu tit boða okkum frá á sag@skulin.fo
So verða næmingarnir tiknir úr myndunum, áðrenn tær vera brúktar.