Rennidagur týsdagin 23. septembur.
Týsdagin fara vit at hava rennidag
Týsdagin sær út til at veðrið verður gott, og tí fer skúlin at hava rennidag. Vit hava vanliga undirvísing tveir teir fyrstu tímarnar.
Síðani hita vit upp, og so fara vit at renna. Runnið verður frá húsunum hjá Bjørk og Andor á Nesavegnum til
endan á Kálvalíðvegnum. Vit renna til klokkan 12, tá næmingarnir fáa frí. Tó fær 1. og 2.flokkur frí kl 11:20.
Aftur í ár fara vit at royna at gera rennidagin eitt sindur festligari. Tí hava vit givið flokkunum ein lit í part. Næmingarnir
skulu møta í onkrum klæðum, sum hava henda lit. Kapping verður millum árgangirnar í skúlanum, hvør flokkur er
festligast, hvør flokkur er raskast og hvør flokkur hevur størstu luttøku. Vinnandi árgangurin fær eitt skreytblað.
Allir næmingar fáa eitt skreytblað sum vísir, hvussu langt tey hava runnið. Næmingarnir hava vatndunk við.
Nesavegurin verður stongdur í samband við rennidagin. Á rutuni hava vit vatnpost, 1.hjálparpost og vaktir.
Litir:
1.fl - grønt / 2.fl – Blátt /3.fl – Lilla / 4.fl – Grønt / 5.fl – Gult / 6.fl – Pink / 7.fl – Appelsin / 8. fl – Reytt / 9.fl – Blátt