Búmerkið hjá felagnum
04. sep. 2025

Kervipluss ikki klárt enn.

Nýggja umsitingarskipanin hjá Undirvísingarstýrinum er ikki klár enn. Tí brúka vit gomlu flokssíðurnar í eina tíð afturat.

Eftir ætlan skuldu vit byrja at brúka nýggju umsitingarskipanina kervipluss nú. 

Kervipluss er nýggj umsitingarskipan fyri alt skúlaverkið í Føroyum. 

Skúlin á Giljanesi hevur verið pilotskúli í verkætlanini. Ætlanin er, at vit skulu vera ein av fyrstu skúlunum at brúka skipanina. 

Her fara foreldur og børn at kunna rita inn og síggja ymiskt sum hevur við skúlagongdina hjá børnunum at gera. 

Tíverri er skipanin ikki klár enn. So í eina tíð afturat koma vit at brúka gomlu floksheimasíðurnar til tímatalvu og heimaarbeiði.