Búmerkið hjá felagnum
10. jan. 2025

Okkara næmingar verða at hoyra í "Góðan morgun Føroyar" mánamorgunin 13. januar.

Annika Ravnsfjall og Nicolina Aud í Soylu Selfoss úr 8. flokki, fara, saman við Inga Wiberg, í morgunsendingini mánamorgunin kl. 08.05 at tosa um, at tær skulu umboða Føroyar á Ungdómstinginum á Christiansborg síðst í januar.

 

Uppskotið, ið tær hava við sær á Christiansborg, snýr seg um, at skúlasálarfrøðingur skal verða lógarkrav á øllum skúlum. 

 

Vit gleða okkum at hoyra tey greiða frá.