Búmerkið hjá felagnum
03. feb. 2025

Fornámskvøld.

fyri næmingar og foreldur í 9. og 10. fl.

Góðu næmingar og foreldur í Vágum!
 
Fornámskvøld verður í Marghøllini í Sørvágs skúla  hóskvøldið 20. februar kl. 19.00.
Kvøldið er ætlað næmingum og foreldrum í 9. og 10. fl. í Sørvágs skúla og Skúlanum á Giljanesi. Onnur áhugað eru eisini vælkomin.
 
Hetta er eitt kunnandi kvøld, har ymisku skúlarnir koma at greiða frá, og møguleiki er at seta spurningar.
 
Luttakandi skúlarnir eru:
Tekniski skúlin í Klaksvík
Vinnuháskúlin 
Heilsuskúli Føroya 
Miðnám í Vestmanna 
Sjónám 
Glasir og
Musikkskúla Miðnám
 
Møtið fjølment!