Altjóða royndir við heim til nýggja Newton-rúmið.
Í Skúlanum á Giljanesi verður arbeitt við at gera eitt Newton-rúm klárt, sum eftir ætlan letur upp seinni í heyst. Sum liður í fyrireikingunum luttók Finnur Joen-Jacobsen, varðaskúlastjóri, á Newton Summit í Rom í septembur.
Í Skúlanum á Giljanesi verður arbeitt við at gera eitt Newton-rúm klárt, sum eftir ætlan letur upp seinni í heyst. Sum liður í fyrireikingunum luttók Finnur Joen-Jacobsen, varðaskúlastjóri, á Newton Summit í Rom í septembur. Finnur fer at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum av rúminum.
Newton byggir á verkliga og kannandi undirvísing í náttúruvísindum, tøkni og støddfrøði. Næmingarnir fáa møguleika at royna seg, samstarva og brúka fakliga vitan til at loysa ítøkiligar uppgávur. Málið er at vekja forvitni og geva teimum eina betri fatan av, hvat tey kunnu brúka tað, sum tey læra, til.
Á ráðstevnuni hittust fólk úr ymiskum londum, sum arbeiða við Newton-rúmum. Á skránni vóru millum annað fyrilestrar um lærugleði, miðling av støddfrøði og vísindum og um samstarv, sum kann stuðla rakstri og menning av rúmunum.
Fyri Finn var størsta úrtøkan at hitta onnur, sum longu hava royndir við arbeiðinum. Samrøðurnar góvu innlit í tær avbjóðingar, sum kunnu koma í rakstrinum, hvussu onnur hava loyst tær, og hvørjir møguleikar eru at menna bæði rúmið og undirvísingina.
Hesar royndir eru virðismiklar, nú skúlin fyrireikar sítt egna Newton-rúm. Við sambondum til fólk í altjóða Newton-netverkinum hevur skúlin eisini onnur at leita sær ráð og íblástur hjá, tá ið virksemið fer í gongd.
Fyrireikingarnar snúgva seg um bæði høli, útgerð og innihald. Dentur verður lagdur á at skapa eitt undirvísingartilboð, har næmingarnir fáa rúm at undrast, kanna og læra við at royna sjálvir.
Ætlanin er, at Newton-rúmið letur upp seinni í heyst. Nærri kunning kemur, tá ið dagurin er ásettur.