Búmerkið hjá felagnum
10. sep. 2026

Áminning frá skúlastýrinum um telefonpolitikk skúlans.

Nú eitt nýtt skúlaár er byrjað, skulu vit minna á, at Skúlin á Giljanesi er ein telefonfríur skúli.

Góðu tit,

Nú eitt nýtt skúlaár er byrjað, skulu vit minna á, at Skúlin á Giljanesi er ein telefonfríur skúli.

Snildfonir og snild-ur ikki eru loyvd at hava við. Næmingarnir kunnu hava eina knappatelefon uttan myndatól ella eitt ringi-ur við í skúla, treytað av at hesi liggja sløkt í skúlataskuni allan skúladagin.

Snildfonir og snild-ur eru ikki undirvísingaramboð og eru tí ikki neyðug hjá næmingum at hava við í skúla. Undantøk kunnu verða givin í sambandi við undirvísingarátøk, har lærarin metir, at snildfonin er eitt nýtiligt amboð og í sambandi við støður hjá næmingum, ið hava ávísar avbjóðingar. Hesi undantøk verða givin í samráð við flokslæraran.

Um starvsfólk koma fram á telefonir ella snild-ur í skúlatíðini, letur næmingurin starvsfólkinum telefonina ella urið, sum verða løgd á skrivstovu skúlans. Lærarin kunnar foreldur ella avvarðandi um hetta. Telefon og ur kunnu fáast aftur við, at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovu skúlans eftir lutunum.

Skúlastýrið