Búmerkið hjá felagnum
07. sep. 2026

Rennidagur mikudagin.

Mikudagin 9. septembur hava vit rennidag

Mikudagin sær út til at veðrið verður gott, og tí fer skúlin at hava rennidag. Vit hava vanliga undirvísing tveir teir fyrstu tímarnar. Síðani hita vit upp, og so fara vit at renna. Runnið verður frá húsunum hjá Malan og Andor á Nesavegnum til endan á Kálvalíðvegnum. Vit renna til klokkan 12, tá næmingarnir fáa frí. Tó fær 1.flokkur frí kl 11:20 og 2. flokkur kl 11:40

Aftur í ár fara vit at royna at gera rennidagin eitt sindur festligari. Tí hava vit givið flokkunum ein lit í part. Næmingarnir skulu møta í onkrum klæðum, sum hava henda lit. Kapping verður millum árgangirnar í skúlanum, hvør flokkur er festligast, hvør flokkur er raskast (rennur longst í miðal) og hvør flokkur hevur størstu luttøkuna. Vinnandi árgangurin í hvørjum av teimum trimum bólkunum fær eitt skreytblað. Allir næmingar fáa eitt skreytblað sum vísir, hvussu langt tey hava runnið. Næmingarnir hava vatndunk við.  

Partur av Nesavegnum verður stongdur í samband við rennidagin. Á rutuni hava vit vatnpost, 1.hjálparpost og vaktir.

Litir:
1.fl - grønt / 2.fl – Blátt /3.fl – Lilla / 4.fl – Grønt / 5.fl – Gult / 6.fl – Pink / 7.fl – Appelsin / 8. fl – Reytt / 9.fl – Blátt