06. aug. 2026
Skúlin byrjar aftur 12. august.
Vælkomin aftur í skúla mikudagin 12. august. Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi skúlaár.
1. flokkur møtir við reyðu trappu kl. 12.00.
Aftaná bjóðar frítíðarskúlin foreldrum og næmingum at vitja.
2. – 9. flokkur møta við reyðu trappu kl. 09.00 og eru í skúla til kl. 11.30.
Skúlabussurin koyrir soleiðis:
Kl. 08.30 úr Vatnsoyrum
Kl. 08.35 úr Heiðum í Miðvági
Kl. 08.45 av Bakka í Sandavági
Kl. 08.48 úr Sørpum í Sandavági
Skúlabussurin koyrir næmingar í 2. – 4. flokki heim.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur og at heilsa uppá næmingarnar, ið byrja í 1. flokki.
Vinarliga
Skúlin á Giljanesi