Skúladagurin
Mánadag – fríggjadag
1. tími 0800 - 0845
2. tími 0845 - 0930
3. tími 0950 - 1035
4. tími 1035 - 1120
Matarsteðgur 1120 - 1150
5. tími 1150 - 1235
6. tími 1245 - 1330
7. tími 1340 - 1425
8. tími 1430 - 1515
Morgunsangur
Í Miðvágs skúla er morgunsangur kl. 0800
Á Giljanesi er morgunsangur kl. 920
Skúlaamboð
Næmingarnir keypa sjálvir hefti at skriva, rokna o.a. í, og foreldrini hava ábyrgd av, at børnini hava neyðug skúlaamboð við sær í skúla.
Skúlin væntar, at næmingurin kemur fyrireikaður í skúla.
Heimaarbeiði verður í ein ávísan mun givið næmingunum. Skúlin nýtir heimasíðuna sum miðil millum skúla og heim.
Skúlabøkur
Allar skúlabøkur, sum næmingar læna frá skúlanum, verða bundnar inn heima.
Um bøkur av eini hvørji orsøk ikki verða latnar skúlanum aftur ella eru illa misrøktar, fær heimið rokning fyri burturmista / oyðilagda tilfarið.
Uppmøting, heimaarbeiði o. a
Tað er ábyrgd foreldranna, at børnini møta í skúlanum rættstundis, fyrireikað, fullsvøvnt og við góðum matpakka hvønn skúladag.
Fráverður
Skúlin væntar, at foreldur halda seg til nevndu frídagar og skipa frítíð næminganna sambært hesum. Tað er sera óheppið fyri næmingar, lærarar og flokkar, at næmingar eru burturstaddir í skúlatíðini.
Heimið skal skrivliga boða skúlanum frá, tá barnið hevur verið frá vegna sjúku ella annað.
Um neyðugt verður at biðja frí til barnið, kann flokslærarin geva frí í mesta lagi tveir dagar. Verður neyðugt við fleiri døgum, má leiðslan kunnast um tað.
Ummælisbløð
verða givin 6. – 10. flokki í desembur og juni.
Skúlamyndir
Skúlamyndir verða tiknar í 1., 4., 7. og 9. flokki.
Fartelefonir
Fartelefonir skulu ikki brúkast í skúlatíðini.
Um næmingur hevur telefon við í skúla, skal telefonin læsast inni í einum skápi í flokshølinum, og næmingurin fær hana aftur, tá hann fer heim.
Skúlin endurrindar ikki og hevur ikki ábyrgdina av útgerð, ið verður skadd ella hvørvur.
Gloymd klæði/gloymdir lutir
Í skúlanum er hópur av gloymdum klæðum og lutum.
Klæðini hanga frammi og lutirnir verða lagdir á skrivstovuna.
Í desembur og juli verða gloymd klæði og lutir, ið ikki hava funnið eigaran aftur, latin endurnýtsluhandli.