Lestrarvegleiðing og starvsvenjing
Skúlavegleiðingin skal ráðgeva og leiðbeina næmingar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra og skipa arbeiðið í tráð við læruætlanir og ásetingar.
Ráðgevingin og leiðbeiningin fyri næmingar í 6. til 10. árgangi um útbúgvingar- og starvsval verður skipað sum felags undirvísing, ráðgeving og leiðbeining fyri bólkar og sum einstaklingaráðgeving og leiðbeining.
Skúlavegleiðingin rágevur um:
- Valgreina og breytatilboð skúlans
- Møguleikar at lúka undirvísingarskylduna
- Skipan, upptøkukrøv, møguleikar o.a. í útbúgvingarverkinum
- Vinnu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti
- Útbúgvingar- og virkisætlan fyri tann einstaka
- Vegleiðing til næmingar við serligum tørvi
- Vegleiðing í samband við, at næmingur fer úr skúlanum í ótíð.
Skúlavegleiðararar í skúlanum á Giljanesi eru Oddmar Ravnsfjall og Heidi Dam
Hent leinki:
----------------------------------------------------------------------------------------------------------
Roynt verður í mest møguligan mun at fylgja raðfestingini.
Onkuntíð kann tað vera lættari at fáa pláss, um ein kennir onkran á staðnum, ella sjálvur hevur leitað sær venjingarstað frammanundan at skreytblaðið verður latið inn aftur. Í so fall kunnar næmingurin starvsvenjingarleiðaran um, hvønn hann skal samskifta við.
Alt samskiftið annars er umvegis skúlan.
Undan starvsvenjingini setur næmingurin seg í samband við starvsstaðið fyri at vita, hvar, nær og hvussu hann skal møta.
Eftir lokna starvsvenjing fáa næmingar og starvsvenjingarleiðari ummæli.
Soljóðandi skriv verður sent til starvsplássið frammanundan :
Skúlin takkar fyri vælvild tykkara at taka ímóti næmingi/um úr 9 /10. flokki í starvsvenjing í tíðarskeiðnum--DD.
Flestu næmingarnir eru spentir og eitt sindur ótryggir, tá teir møta fyrsta morgunin, men ótryggleikin hvørvur, um næmingurin kennir seg vælkomnan og skjótt verður settur til arbeiðis.
Tað hevur stóran týdning, at næmingurin verður kunnaður um: