Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

 

 

 

Endamál við telefonpolitikkinum

- At telefonir ikki órógva undirvísingina

 

- At telefonir ikki gera, at næmingar gerast kropsliga óvirknir í fríkorterinum

 

- At næmingarnir eru meiri sosialt saman í fríkorterinum

 

- At áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini

 

- At tálma happing á netinum

 

 

Politikkur fyri 1. - 7. flokk

Vit mæla frá, at næmingar hava telefon ella snild-ur við í skúla. 
 
Um næmingurin allíkavæl hevur telefon ella snild-ur við í skúla, skulu tær læsast inni í skápi í heimastovuni, tá ið fyrsti tími byrjar í heimastovuni. 
 
Starvsfólkið, sum hevur næmingarnar seinasta tíma í heimastovuni, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma. 
 
Telefonirnar skulu vera sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.
 
Næmingarnir kunnu ringja heim við telefonini hjá skúlanum.
 
 

Politikkur fyri 8. - 10. flokk

Vit mæla frá, at næmingar hava telefon ella snild-ur við í skúla. 
 
Um næmingurin allíkavæl hevur telefon ella snild-ur við í skúla, skulu tær læsast inni í skápi í heimastovuni, tá ið fyrsti tími byrjar í heimastovuni. 
 
Lærari kann lata næmingum telefonirnar, um tær skulu brúkast í undirvísingini. Í flestu førum er hetta ikki neyðugt, tí næmingarnir kunnu nýta fartelduna. Sami lærari syrgir fyri, at fáa telefonirnar í skápið, tá ið tímin er liðugur. 
 
Starvsfólkið, sum hevur næmingarnar seinasta tíma í heimastovuni, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma. 
 
Telefonirnar skulu vera sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.
 
Næmingarnir kunnu ringja heim við telefonini hjá skúlanum.
 
 
Brot á politikkin
Um so er, at næmingur ikki heldur telefonreglurnar, so hava starvsfólk rætt til at taka fartelefonirnar, sum verða brúktar.
 
Telefonirnar verða handaðar leiðsluni, sum letur tær aftur til foreldur ella onnur vaksin avvarðandi, tá tey avheinta hesar.
 
Ber ikki til hjá foreldrum at avheinta telefonir í skrivstovutíð, ber til í hvørjum einstøkum føri at gera eina avtalu við leiðsluna, um hvussu foreldrini fáa telefonina. 
 
 
Politikkurin er samtyktur á skúlastýrisfundi tann 6. oktobur 2022