Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    




Førleikastovan arbeiðir eftir einum leisti, ið leggur seg eftir at umboða menniskjafatan á tann hátt, at støði verður tikið í førleikunum hjá einstaka næminginum og menningarmøguleikum hansara.

 

Málið hjá Førleikastovuni er at rúma øllum næmingum skúlans á bestan hátt og at tryggja, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð.

 

 

Førleikastovan er innanhýsis vitanardepil skúlans. Samspælið millum Førleikastovuna og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og hugskotsgeving til einstaklingalæraratoymið, einstaka læraran ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.

 

 

Førleikastovan skal stuðla lærarum í at náa endamálinum í undirvísingini, bæði á normaløkinum og á serøkinum. Á normaløkinum verður hugsað um ta vanligu undirvísingina. Á serøkinum eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv.

 

Manningin í Førleikastovuni er serlærarar, lesivegleiðari, AKT-lærarar, orðblindalærari og støddfrøðivegleiðari. Tilknýtt eru eisini skúlaheilsufrøðingur, SSP toymi og SI-lærari.

Væleydnað inklutión krevur, at lærarar, námsfrøðingar og stuðlar hava eina førleikastovu at venda sær til, har vitan verður uppbygd í tøttum samstarvi við tænastueindirnar/sernám, og har verandi vitan verður gagnnýtt at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð.