Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    




Skúlin á Giljanesi er skipaður sum ein tvísporaður skúli.

 

Á skúlanum á Giljanesi ganga uml. 316 næmingar í alt, sum eru býttir millum tveir skúlabygningar. Í skúlanum í Miðvági ganga fyrsti og annar flokkur, umleið 70 næmingar. Í Miðvági hava vit floksstovur, goymslurúm, serhøli/bólkarúm og lærarastovu.

 

Í skúlanum á Giljanesi ganga næmingar úr triðja til tíggjunda flokk, umleið 216 næmingar. Á Giljanesi hava vit floksstovur, bólkarúm, førleikastovu, bókasavn, arbeiðsrúm til lærarar, fundarhøli, heilsusystir, skrivstovur og evningsstovu. Í gamla partinum av skúlanum á Giljanesi hava vit  tónleikastovu, handarbeiðsstovu, skúlakøk, ítrottarhøll, fimleikarhøll, alis/evnafrøðisstovu og teldustovu til næmingar.

 

Skúlin er uppbygdur soleiðis, at 1.-2.flokkur húsast í Miðvági, 3. flokkur er við ítróttarhøllina. Miðdeildin (4.-6.flokkur) húsast á 1. hædd í nýggja skúlanum, og hádeildin (7.-10.flokkur) húsast á 2. hædd í nýggja skúlanum.

Á skúlanum starvast lærarar, vikarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivstovufólk, húsavørðar og vaskifólk, í alt umleið 50 fólk.