Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

Skúladagurin

Mánadag – fríggjadag

1. tími                         0800 - 0845

2. tími                         0845 - 0930

3. tími                         0950 - 1035

4. tími                         1035 - 1120

Matarsteðgur             1120 - 1150

5. tími                         1150 - 1235

6. tími                         1245 - 1330

7. tími                         1340 - 1425

8. tími                         1430 - 1515

 

Morgunsangur

Í Miðvágs skúla er morgunsangur kl. 0800 

Á Giljanesi er morgunsangur kl. 920 

 

Skúlaamboð

Næmingarnir keypa sjálvir hefti at skriva, rokna o.a. í, og foreldrini hava ábyrgd av, at børnini hava neyðug skúlaamboð við sær í skúla.

Skúlin væntar, at næmingurin kemur fyrireikaður í skúla.

Heimaarbeiði verður í ein ávísan mun givið næmingunum. Skúlin nýtir heimasíðuna sum miðil millum skúla og heim. 

 

Skúlabøkur

Allar skúlabøkur, sum næmingar læna frá skúlanum, verða bundnar inn heima.

Um bøkur av eini hvørji orsøk ikki verða latnar skúlanum aftur ella eru illa misrøktar, fær heimið rokning fyri burturmista / oyðilagda tilfarið. 

 

Uppmøting, heimaarbeiði o. a

Tað er ábyrgd foreldranna, at børnini møta í skúlanum rættstundis, fyrireikað, fullsvøvnt og við góðum matpakka hvønn skúladag.

 

Fráverður

Skúlin væntar, at foreldur halda seg til nevndu frídagar og skipa frítíð næminganna sambært hesum. Tað er sera óheppið fyri næmingar, lærarar og flokkar, at næmingar eru burturstaddir í skúlatíðini.

Heimið skal skrivliga boða skúlanum frá, tá barnið hevur verið frá vegna sjúku ella annað.

Um neyðugt verður at biðja frí til barnið, kann flokslærarin geva frí í mesta lagi tveir dagar. Verður neyðugt við fleiri døgum, má leiðslan kunnast um tað.

 

Ummælisbløð

verða givin 6. – 10. flokki í desembur og juni.

 

Skúlamyndir

Skúlamyndir verða tiknar í 1., 4., 7. og 9. flokki.

 

Fartelefonir

Næmingar í 1. fl. - 6. fl. skulu ikki nýta telefonir í skúlatíðini.

Tað er loyvt at hava fartelefon við í skúla.

 

Næmingar í 7. fl - 10. fl. kunnu nýta telefonina í fríkorterinum og í matarsteðginum. Í tímunum skal hon ikki verða brúkt uttan loyvi frá læraranum. Verða hesar reglur brotnar, verður telefonin tikin, og foreldrini kunnu heinta hana á skrivstovuni.

 

Skúlin veitir ikki netsamband til telefonir hjá næmingum.

 

Í sambandi við skrivligu royndirnar skulu fartelefonirnar sløkkjast og latast vaktarfólkunum í varðveitslu.

Fáa vit varhuga av, at fartelefonin verður misbrúkt til at taka myndir og ljóð í skúlanum, verður hon beinanvegin tikin frá næminginum. Ringt verður heim, og foreldrini kunnu heinta telefonina á skrivstovuni. Næmingurin sleppur tá ikki at hava telefon við sær aftur í skúla. Í serliga grovum førum kann málið verða tikið upp av happingarnevndini ella boðað løgregluni.

Brot á hesar reglur í royndarstøðu føra til burturvísing úr royndini.

 

Skúlin endurrindar ikki og hevur ikki ábyrgdina av útgerð, ið verður skadd ella hvørvur.

 

Gloymd klæði/gloymdir lutir

Í skúlanum er hópur av gloymdum klæðum og lutum.

Klæðini hanga frammi og lutirnir verða lagdir á skrivstovuna.

Í desembur og juli verða gloymd klæði og lutir, ið ikki hava funnið eigaran aftur, latin endurnýtsluhandli.