Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

Trivnaðarætlan fyri Skúlan á Giljanesi

Dagførd 16/05-2018

 

Góður trivnaður er grundleggjandi fortreyt fyri menning og læru.

 

Á skúlanum á Giljanesi ynskja vit at hava eitt trygt umhvørvi, har allir næmingar trívast og mennast.

 

Tað áliggur okkum øllum at tryggja og virka fyri einum góðum og tryggum umhvørvi í skúlanum. 

 

 

Leiðslan  

- Hevur endaligu ábyrgdina av, at skúlin áhaldandi hevur eitt virkið trivnaðararbeiði.

 

- Tryggjar, at karmarnir viðvíkjandi ábyrgd og uppgávum eru greiðir.

 

- Endurskoðar trivnaðararbeiðið eftir tørvi.

 

- Skipar á hvørjum ári saman við førleikastovuni felags fund, sum hevur til endamáls at viðgera trivnaðararbeiðið á skúlanum.

 

- Tryggjar, at øll starvsfólk skúlans eru væl kunnaði um trivnaðararbeiðið.

 

 

Flokslærarin

- Hevur ábyrgdina av trivnaðararbeiðinum í sínum flokki.

 

- Skipar samskiftið millum heim og skúla. 

 

- Hevur floksfund og næmingasamrøður.

 

- Viðgerð ætlanir um trivnað á fyrsta felags foreldrafundi eftir summarferiuna.

 

 

Starvsfólk skúlans

- Eru sjónlig vaksin og góðar fyrimyndir.

 

- Vísa virðing og krevja at verða vird.

 

- Síggja og virða foreldur sum samstarvsfelagar, soleiðis at vit draga somu línu.

 

- Fylgja við trivnaðinum hjá næminginum.

 

 

Næmingurin

- Dugur at verða saman við øðrum og at vísa fyrilit.

 

- Sýnir fólkaligan og høviðskan atburð.

 

- Møtir til tíðina og er fyrireikaður.

 

- Hevur bøkur, amboð og matpakka við í skúla.

 

 

Foreldur og verjar

- Verða fyrimyndir og stuðla barninum í arbeiðinum.

 

- Vísa virðing fyri arbeiði og arbeiðstíð næmingsins og siga frá, um næmingurin ikki er í skúla.

 

- Tryggja, at barnið møtir væl fyrireikað og til tíðina.

 

- Samstarva við skúlan um reglugerðir og átøk í skúlanum, so barnið skilir, at vit draga somu línu.

 

- Fylgja við um barnið trívist og boða frá beinanvegin, um illgruni er um mistrivnað.

 

 

AKT toymið (atferð, kontakt, trivnaður)

- Høvuðsábyrgd av at arbeiða við málum, sum hava við atferð og trivnað at gera.

 

- Fastur partur av trivnaðarmálum.

 

- Ráðgevur leiðslu og starvsfeløgum.

 

 

SSP (skúli, sosialir miðlar og politi)

- Ger fyribyrgjandi arbeiði fyri at menna hugburðin hjá øllum børnum og ungum.

 

- Arbeiðir fyri at  menna førleikar hjá næmingunum at  taka rættar avgerðir.

 

- Hevur ábyrgd av spæliliðnum á skúlanum.

 

- Skipar fyri vinarbólkum í samráð við foreldur.

 

 

Skipanir, ið stuðla trivnaðinum

 

Morgunsangur Føroyskur dansur
Ítróttardagur Rennidagur
Jólavika/jólahald Útferðir
Setursskúli Summarvika (skemafrí)
Føstulávintshald Felags foreldrafundir
Foreldraviðtalur Seinasti skúladagur hjá 9. og 10.flokki
Flaggdagshald Spælilið

 

 

 

 

 

Onnur tiltøk trivnaðinum at frama

 

Afturat teimum afturvendandi tiltøkunum í skúlanum arbeiðir skúlin við ymiskum øðrum tiltøkum, sum skapa trivna millum næmingarnar í flokkinum og næmingar tvørtur um flokkar.  

 

 - Vinarflokkar: Eru við til at fremja samanhald millum næmingarnar og eggja til rørslu.

 

- Spælilið: Ein bólkur úr 7. fl. skipar fyri spæliliði í 3. fl. eitt fríkorter hvønn fríggjadag.

 

- Rokniátak: Ein roknivika í desember har rokniverkstøð eru tveir tímar hvønn dag, og kreativu fakini

tveir tímar.

 

- Útiskúli:  vit inndraga mentan, náttúru og nærumhvørvið ein dag um vikuna í byrjunardeildini.

 

- Dansiátak: Síðst í desember dansa øll sama dans í sínum flokki, í minsta lagi 20 min. hvønn dag. Allir flokkar dansa saman síðst í vikuni ella mánadagin eftir.

 

- Skreiðidagur:  Ein góðan kavadag, kann leiðslan boða frá, at allur skúlin hevur skreiðidag. Dagurin endar við onkrum góðum til góman.

 

- OL Í jan./feb.: møguleiki er at hava ítróttardag inni.

 

- Lummalyktakvøld fyri innskúlingna eitt vetrarkvøld.

 

- Søgutúrar: Gongutúrar har lærarar fortelja eitthvørt søguligt á túrunum.

 

- Lesiátak: Lesa teir fyrstu 30 min. á skúladegnum.

 

- Seturskúli, útferðir, evnisdagar o.a.: Tvær vikur í juni skipar flokstoymið fyri øðrvísi undirvísing.

 

 

Fyri at hava ein vælvirkandi skúla og børn, sum trívast, er neyðugt at skapa trivna millum starvsfólk skúlans

 

 

Trivnaður hjá starvsfólki

- Starvsfólkaútferð

 

- Filmskvøld

 

- Fyrilestrar kvøld

 

- Jólaborðhald

 

- Jóla- og páskaklipp

 

- Baki/konfekt dag

 

- Úti/arbeiðsdag

 

 

Happing
  Øll, sum vara av skúlanum, eiga í felag at virka fyri einum happingarfríum skúla.Tað er ein mannarættur at fáa frið og at sleppa at vera tann tú ert. Eisini er tað ein mannarættur at vera partur av einum størri felagsskapi, bæði fyri at menna seg sjálvan og eisini felagsskapin.

 

  Foreldur og starvsfólk hava ein týðandi leiklut til tess at fyribyrgja happing. Tey hava ábyrgd av at tosa við børnini um gongdina í skúlanum og trivnaðin hjá hvørjum einstøkum barni sær. Samskifti og álit eru sera neyðug, skal hetta eydnast. Tað er umráðandi, at allir avvarðandi partar virka saman, tí einstaka barninum og harvið øllum, skúlanum – og sjálvum samfelagnum – at frama.

 

Í okkara skúla hava vit hesa mannagongd, tá trupulleikar viðvíkjandi happing skulu loysast.

 

- Flokslærarin fær fyrst fráboðanina.


- Flokslærarin tosar við allar næmingar í flokkinum einsæris.

 

- Skúlans leiðsla verður kunnað um málið.


- Flokslærarin roynir at loysa málið saman við flokkinum.

 

- Flokslærari, saman við skúlans leiðslu, setir seg í samband við foreldur.

 

- Um neyðugt fer skúlans leiðsla, saman við avvarandi myndileikum, víðari við málinum.

 

Faldari

 

 

Hvat kunnu næmingarnir gera

Varnast tú, at ein næmingur í  skúlanum verður happaður, er tað umráðandi, at tú ikki letur sum einki, men í staðin ger okkurt fyri at steðga happingini.

 

- Sig tað við ein vaksnan. 

 

- Tosa við hini, sum ikki eru ein partur av happingini. Ger avtalur um at stuðla hvørjum øðrum í at steðga happingini.

 

- Sig frá mótvegis tí, ið happar, og lat teg ikki stýra av bólkatrýsti.

 

 

Hvat kunnu foreldur til eitt happað barn gera

Um tú sært tekin um, at títt barn verður happað, er tað umráðandi, at tú lurtar eftir tínum barni og gevur tí uppmerksemi.

 

- Ber skjótt at, tá ið tú hoyrir um happing.

 

- Set teg í samband við flokslæraran.

 

- Vís tínum barni, at tú stuðlar skúlans arbeiði við trupulleikanum.

 

 

Hvat skulu lærarar og leiðsla gera:

- Skúlin skipar fyri trivnaðarkanning millum næmingar skúlans.

 

- Tá ið starvsfólk skúlans hava illgruna um happing, skal altíð boðast frá til rætta viðkomandi. Hetta kann verða leiðsla, flokslærari ella AKT-toymið.

 

- Starvsfólk skúlans skal kenna innihaldið í trivnaðarætlan skúlans, og virka eftir hesi.

 

- Flokslærarar hava skyldu til at arbeiða virkið við trivnaði í sínum flokki, saman við flokstoyminum og foreldrum floksins.

 

- Leiðslan hevur skyldu at vísa starvsfólkum skúlans á nýggjastu vitanina um trivnað og amboð til at basa happing. Starvsfólk skulu arbeiða sambært hesi vitan.