Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:
sag@skulin.fo






























admin    


20.9.2016 |

Næmingur í 3.a funnið fløskupost


Tá ið Lív Eina Wiberg úr 3.a í sístu viku fór í fríkorter, fór hon oman á sandin at spæla eitt sindur. Tá sá hon nakað snedugt á sandinum. Hon sá beinanvegin at tað var ein fløskupostur. Lív royndi at fáa proppin av, men hann stóð fastur. So tók Lív fløskupostin við inn í tíma, har tey høvdu Berlys. Berlys hjálpti síðani til at lata henda merkisverda post upp. Í fløskuni var eitt bræv frá Jolly Atagoyuk. Børnini í 3.a fóru beinenvegin á alnótina at finna útav, hvør hesin maðurin var. Tað vísti seg, at maðurin var ein vísindamaður. Í brævinum stóð eisini, at posturin var lagdur út í samband við, at Jolly gjørdi eina granskingarverkætlan um rák í høvunum. Flokkurin og Berlys, lærarin, hava sett seg í samband við vísindamannin, og sent honum eina mynd av flokkinum og fløskupostinum. Í myndasavninum kunnu tit síggja postin og brævið.

.