10.12.2018 |
Jólaskrá á skúlanum
Í morgin 11.desembur byrja jólini av álvara í skúlanum á Giljanesi. Tí verður tímatalvan og skúlatíðir umløgd hjá næmingunum fram til jóla.
1. og 2. flokkur hava verkstøð alla hesa vikuna og mánadagin í komandi viku. Mánadag og mikudag eru tey í skúla til klokkan 12:35 og hinar dagarnar til 11:20. Týsdagin 18.desembur eru tey saman við flokslæraranum fram til 11:20.
3.-9. flokkur hava verstaðarundirvísing á Giljanesi frá í morgin av (11.des) og fram til mánadagin í komandi viku. Tey eru í skúla allar dagar til kl.12:35, uttan fríggjadagin. Tá eru tey í skúla til klokkan 11:20. Týsdagin 18.desembur eru tey saman við flokslæraranum fram til 11:20.
10.flokkur hevur serliga skrá, sum er kunngjørd í facebook bólkinum.
Mikudagin 19.desembur verður jólahald/sjónleikur á skúlanum.
1.-3. flokkur møta til sjónleik á Giljanesi frá kl. 08:00-10:30
4.-10.flokkur møta til sjónleik á Giljanesi frá kl. 10:30-12:30
Hósdagin 20.des er kirkjugongd í Miðvágs kirkju klokkan 10:00. Tá fáa næmingar í 6.10.flokki eisini støðumet.
Nærri kunning um busskoyringina kemur seinni.