Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

24.5.2018 |

Hugnakvøld á Sørvágssandi


SSP skipar fyri hugnakvøldið fyri 7.flokkarnar í oynni.


Góðu foreldur og næmingar í 7. flokki!

Eftir sera góðu upplivingina í fjør, hava vit aftur í ár avgjørt at skipa fyri einum tiltaki fyri 7. flokkunum í Vágum.

Fyrsta góða dagin í viku 22 (te. 28. 29. ella 30.mai), er ætlanin at skipa fyri einum stuttligum degi fyri foreldrum og næminum í 7. flokki í Vágum. Tiltakið verður á sandinum í Sørvági kl. 18.00. Um tað ikki viðrar, so verður tiltakið flutt inn í Høllina á Giljanesi.

Á skránni verður:

Multigames, gittarspæl/sangur, bál o.a.

Vit hava bílagt ein pylsuvogn til dagin, sum kemur at borðreiða við ókeypis mati og drekka til øll luttakandi. Tit eru hjartaliga vælkomin at taka te og kaffi við sjálvi.

Vit ynskja at allir næmingar møta til tiltakið, og at børnini verða umboða av einum ella báðum foreldrum. Endamálið er at skapa karmar fyri eini hugnaligari løtu, har børn og foreldur koma saman at stuttleika sær, og fáa eitt gott og positivt prát við hvønn annan.

Vit vilja gera vart við, at tiltakið einans er ætla næmingum í 7. flokki í Vágum, og foreldrum teirra.

Vit gleða okkum at síggja tykkum J

Bestu heilsur frá SSP-bólkinum í Vágum.