24.1.2018 |
Løgreglan á vitjan í dag
Í dag hevur løgreglan verið á vitjan hjá 6. og 9.flokki
Vitjanin var í samband við samstarvið, ið skúlin hevur við løgregluna ígjøgnum SSP samstarvið. Hvørt ár kemur umboð frá løgregluni at undirvísa í ymiskum, ið er viðkomandi fyri børnini.
Hesuferð var tað Ragnar í Haraldsstovu, sum tosaði við 6.flokk um etikk á netinum og 9.flokk um harðskap og revsiváttanir.