Búmerkið hjá felagnum
12. des. 2025

Seinasta vikan áðrenn jól.

Komandi vika er skemafrí.
Flokslærararnir leggja kunning út á flokssíðurnar, hvat er á skránni hvønn dag.

Mánadagin 15. desembur – mikudagin 17. desembur:
1. og 2. fl. hava frí, tá teir sambært tímatalvuni eiga at hava frí.
3. - 9. fl. hava frí kl. 12.35

Hósdagin 18. desembur:
1., 2., 3. og 4. fl. møta kl. 8.00 til jólasjónleik og Luciagongd.
Tey hava frí kl.11.20
5. - 9. fl. møta kl. 10.00 og hava frí aftaná framførslurnar.
Skúlabussurin koyrir soleiðis:
Kl. 09.35 Úr Heiðum - Giljanes
Kl. 09.45 Av Bakka - Giljanes
Kl. 09.48 Sarpar - Giljanes

Kl. 19.00 eru framførslur fyri foreldrum.

Fríggjadagin 19. desembur:
Øll møta til jólaguðstænastu í Miðvágs kirkju kl. 10.00
Næmingarnir fáa jólapakka og 6. – 9 fl. fáa ummælisblað.
So er jólafrí, og vit fara aftur í skúla mánadagin 5. januar 2026.

Skúlabussurin koyrir soleiðis:
Kl. 09.30 Sarpar - Miðvágs kirkja
Kl. 09.30 Av Bakka - Miðvágs kirkja
Norð til FK at venda, áðrenn tey verða sett av.
Kl. 10.45/11.00 báðir bussarnir aftur til Sandavágs.