Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

25.4.2024 |

Skúlin á Giljanesi verður umskipaður

Skúlastýrið og leiðsla skúlans hava saman tikið avgerð um, at komandi skúlaár 2024-2025 ganga 1.- 10. flokkur í skúlanum inni á Giljanesi. Sostatt fer allur skúlin at húsast á somu adressu komandi skúlaár.

 

Skúlin á Giljanesi hevur 4 skúlastovur tøkar við ítróttarhøllina, har 1.- 2. flokkur fara at ganga. Har er atgongd til fimleikarhøll, ítrottarhøll og køk.


Um 1. og 2. flokkur hava næmingar, sum skulu beinleiðis á Pallin á Giljanesi (sertilboð) kunnu hesir næmingar hava tilknýti til heimaflokkin, bæði sosialt og fakligt.

 

Við at samla allar flokkar á Giljanesi skulu næmingarnir bert innskúlast eina ferð.

 

Skúlin og kommunan eru komin ásamt um, hvørjar ábøtur skulu gerast á Giljanesi, bæði úti og inni. Eisini verður arbeitt við ferðsluviðurskiftunum.

 

Sostatt byrja 1. og 2. flokkur í skúlanum inni á Giljanesi eftir summarfrítíðina.