3.10.2019 |
Støddfrøðisátak í skúlanum
Frá 30.septembur, og 2 vikur fram, hevur skúlin støddfrøðisátak í øllum flokkum.
Hvønn morgun í 2 vikur sita allir næmingar skúlans og rokna í ein hálvan tíma. Hetta er partur av støddfrøðisátaki, ið satøddfrøðilærarar skúlans skipa fyri.
Skúlin hevur í nógv ár havt nøkunlunda somu skipan við lesiátøkum. Nú eru vit so farin í gongd við støddfrøðina.
Næmingarnir hava fingið útflýggja hefti, sum tey skulu sita og rokna í frá klokkan 08:00 til 08:30. Uppgávurnar eru vanlig roknistykki og aðrar uppgávur.