Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

29.9.2019 |

Busskoyring vetrarhálvuna


Frá 30.septembur sleppa øll børn í skúla við skúlabussinum.


Frá 30.septembur sleppa øll børn við skúlabussinum. 

 

Bussur koyrir frá gamla skúla í Sandavági klokkan 07:45 og steðgar við miðstaðarøkið. Klokkan 07:48 koyrir hann frá barnagarðinum, steðgar á Giljanesi, og endar leiðina við bygdarskúlan í Miðvági. 

 

Hin bussurin koyrir úr Vatnsoyrum klokkan 07:30 og steðgar við vanligu steðgistøðini í Miðvági. Tá ið hann hevur sett børn av á Giljanesi, koyrir hann til Sandavágs. Klokkan 07:48 koyrir hann úr Sørpum, steðgar á Giljavegi 54 og á Giljanesi. Hann endar leiðina í bygdarskúlanum í Miðvági. 

 

Bert børn í 1., 2., og 3.flokki verða koyrd heim eftir skúlatíð. 

 

Bussførarar eru Niels (219899) og Laurits (219799)