Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

3.7.2019 |

Endurlýsing: Stuðulsstarv í Skúlanum á Giljanesi


skúlaárið 2019 - 2020


Starv sum námsfrøðingar ella hjálparfólk er leyst at seta frá 1. august 2019 at rokna:

 

  • Eitt fast starv við setanarbroti 0,7

 

Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

 

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

 

Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

 

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa frí eftir døgurða.

 

Lønar-  og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst ella sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11 - 21.

Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3 - 8.

 

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo  í seinasta lagi hósdagin 18. juli kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 310 næmingar ganga í skúlanum og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.