Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

22.5.2019 |

Hugnakvøld fyri 7.flokk


Mikukvøldið 29.mai verður hugnakvøld fyri allar næmingar í 7.flokki


Eftir sera góðu upplivingina í fjør og fyrra árið, hava vit aftur í ár avgjørt at skipa fyri einum tiltaki fyri 7. flokkunum í Vágum.

 

Tiltakið verður á Giljanesi kl. 18.00. Um tað ikki viðrar, so verður tiltakið flutt inn í Høllina á Giljanesi.

 

Á skránni verður:

Multigames og gittarspæl/sangur

 

Vit hava bílagt pizza til dagin, sum er til øll luttakandi. Tit eru hjartaliga vælkomin at taka te og kaffi við sjálvi.

 

Vit ynskja at allir næmingar møta til tiltakið, og at børnini verða umboða av einum ella báðum foreldrum. Endamálið er at skapa karmar fyri eini hugnaligari løtu, har børn og foreldur koma saman at stuttleika sær, og fáa eitt gott og jaligt prát við hvønn annan.

Vit vilja gera vart við, at tiltakið einans er ætla næmingum í 7. flokki í Vágum, og foreldrum teirra.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

 

Bestu heilsur frá SSP-bólkinum í Vágum.