Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

16.5.2019 |

Veðurlagsverkfall á skúlanum á Giljanesi


Elin Sólvør á Løgmansbø og Krista Krossá Johansen, næmingar í 9. fl. á Giljanesi, hava tikið stig til verðulagsverkfall á skúlanum.


Fyrsta verkfalli var í dag.


Við hesum vilja tær varpa ljós á veðurlagsbroytingar, og hvat tann einstaki og ikki minst, hvat okkara politikararar mugu gera.

Tær dugdu væl at bera boðskapin fram og eitt gott kjak kom burturúr.

Fleiri flokkar vóru farnir útferð í góðveðrinum, men kortini møttu nógv á trappuni.

 

Teirra ætlan er, at hádeildin skal fara í veðurlagsverkfall hvønn hósdagi frá kl. 10.00 – 10.30.