Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:
sag@skulin.fo






























admin    

27.12.2018 |

Stuðulsstarv í Skúlanum á Giljanesi 2019


Starv sum námsfrøðingur er leyst at seta frá 1. februar til 27. juni 2019 at rokna


Eitt starv við setanarbroti á 0,65 eru leyst at seta frá 1. februar 2019. Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

 

Skúlanum tørvar einum stuðli, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður og sær møguleikar.

 

Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

 

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa fríð eftir døgurða.

 

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

 

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 11. januar kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

 

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo