Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

4.6.2018 |

Stuðulsstørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2018-2019


Hesi størv sum námsfrøðingur eru leys at seta frá 1. august 2018 at rokna:


Tvey føst størv við setanarbroti á 0,55 eru leys at seta frá 1.august 2018. Eitt tíðaravmarkað starv við setanarbroti á 0,49 skúlaárið 2018-19. Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

 

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa fríð eftir døgurða.

 

Lønar-  og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

 

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo  í seinasta lagi týsdagin 19. juni kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

 

 

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3.-10.flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2.flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Um 320 næmingar ganga í skúlanum, og 37 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur:   Stundvísi, háttvísi og øðrvísi.

Stundvísi merkir, at gera  tingini til tíðina. Virða tann partin ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.

Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir ella nóg drúgvir.

Øðrvísi merkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at seta spurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vanin veit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda vaksa vit ikki.